- Tíðindi, mentan og ítróttur
Joe Biden: Vit hava bast koronu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/biden_4.jpg?itok=8b5aEd7z)
Amerikanski forsetin Joe Biden sigur í samrøðu, at koronufarsóttin er av í USA.
Nærum eingi smittuverjutiltøk eru eftir í landinum, og fólk ferðast aftur á sama stigi, sum tey gjørdu fyri farsóttina.
- Farsóttin er av. Vit hava framvegis trupulleikar av covid og gera framvegis nógv í sambandi við tað, men farsóttin er av, staðfestir Biden í samrøðu við CBS, skrivar NTB.
Umsitingin vil hava meira pening
Viðmerkingin hjá forsetanum kemur bara fáar eftir, at umisitingin hjá honum heitti á Kongressina um at játta fleiri milliardir dollarar aftrat til kanningararbeiði og koppsetingar fyri at fyribyrgja møguligari smittubylgju í heyst og í vetur.
Í miðal doyggja framvegis 390 fólk av koronu í USA um dagin.
Myndugleikarnir góðkendu fyri stuttum tvey dagførd koppingarevni, sum eru lagað til omikron-frábrigdið, skrivar NTB.