- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera ikki meira við javnstøðuna í Kringvarpsstýrinum
Nú er javnvágin aftur í lagi, so meira verður ikki gjørt í landsstýrinum við málið um Kringvarpsstýrið.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Eftir at starvsfólkini í Kringvarpinum í gjár valdu Elina Winther Poulsen í Kringvarpsstýrið fyri Carsten Arnskov, sum segði seg frá, eru aftur tríggjar kvinnur og fýra menn í stýrinum.
Frágreiðingin er tann, sigur løgmaður, at Carsten Arnskov var varalimur hjá Beintu Løwe, sum fór úr stýrinum, tá hon fór í annað starv.
Elin Winther Poulsen, sum var forkvinna í Kringvarpsstýrinum, fór úr stýrinum, tá hon var sett í starv í Kringvarpinum. Nú hava starvsfólkini valt Elina Winther Poulsen sum starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
John Johannessen er valdur sum varaumboð hjá starvsfólkunum í Kringvarpinum í Kringvarpsstýrinum.
Áttu at havt nýval
Tá fólk gevast í stýrinum, eigur nýval at vera, tí annars hevur varafólkið, sum fer í stýrið, einki varafólk.
Hetta hendi ikki í Kringvarpinum, sigur løgmaður.
Tí tók varafólkið hjá stýrisforkvinnuni, sum eisini er kvinna, ikki við, tá stýrisforkvinna gavst í summar.
Men nýggjur stýrisformaður var valdur.
Breyt javnstøðulógina
Javnstøðunevndin sigur annars, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, breyt javnstøðulógina, tá hann setti ein mann í Kringvarpsstýrið í staðin fyri eina kvinnu, so tá vóru fimm menn og tvær kvinnur í stýrinum.
Tað sigur Javnstøðunevndin í skrivi til løgmann um ummælið, sum hann fekk frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum um avgerðina hjá Jenisi av Rana at seta Símun Jóannesarson Hansen sum formann í kringvarpsstýrinum, tá ið Elin Winther Poulsen segði seg frá sum forkvinna.
Landsstýrismaðurin er biðin um at fáa lógarbrotið rættað innan tvær vikur. Tað er í seinasta lagi 20.september.
Jenis av Rana sigur, at hansara ráðgevarar ikki eru samdir við niðurstøðuna hjá Javnstøðunevndini.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at málið kann tulkast á ymsan hátt.