Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roger Federer takkar fyri seg
Roger Federer takkar fyri seg
Heimskendi tennisspælarin, Roger Federer, gevst at spæla eftir 24 glæsilig ár á vøllinum
Mynd: RitzauScanpix
15.09.2022 - 15:23
Eftir 24 ár og 20 Grand Slam-sigrar gevst Roger Federer at spæla tennis.
41 ára gamli sveisarin skal spæla kappingina Laver Cup seinni í hesum mánaðinum, men so takkar hann fyri seg.
Hann hevur drigist við knæskaðar síðstu árini, hevur bert verið við í trimum av ellivu Grand Slam-kappingum síðan 2020 og tríggjar ferðir hevur hann verið undir knívinum.
- Boðini frá kroppinum í seinastuni hava verið greið, skrivar Roger Federer á sosialu miðlunum.
- Eg havi spælt meir enn 1500 dystir í 24 ár. Nú má eg viðganga, at tíðin er komin at gevast við yrkistennis.
Bert Rafael Nadal (22) og Novak Djokovic (21) hava vunnið fleiri Grand Slam-kappingar enn væl lýddi sveisarin, og síðstu 20 árini verða av fleiri mett at vera gullaldurin tennis við monnum.
- Eg var somikið heppin at sleppa at spæla nógvar stórdystir, sum eg ongantíð fari at gloyma. Vit kempaðu við ovuhuga og yvri, skrivar Roger Federer.
- Eg eri sera takksamur. Vit trýstu hvønn annan, og saman lyftu vit tennis upp á hægri stig.
Hann vann sína seinastu Grand Slam-kapping í 2018 sum 36 ára gamal í Avstralia.
Boðini frá Roger Federer koma bert tvær vikur eftir at eina annar av størstu tennisspælarunum í søguni, Serena Williams, helst spældi sín seinasta dyst, tá hon tapti fyri Ajla Tomljanovic í US open í New York.
Hon hevði tá vunnið 23 Grand Slam-kappingar upp á 27 ár.
Risar: Roger Federer og Serena Williams verða neyvan aftur at síggja á tennisvøllinum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV