Fara nú at eftirmeta varskógvaraskipanina

Fara nú at eftirmeta varskógvaraskipanina
Hóast fá mál eru meldað gjøgnum varskógvaraskipanina, er ikki vist, at skipanin verður strikað, men helst vera broytingar gjørdar
Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum, umsitur eftirmetingina av varskógvaraskipanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2022 - 18:00

Undanfarna løgting samtykti í 2019 at seta á stovn eina varskógvaraskipan til alment sett starvsfólk. Ein treyt var tá, at skipanin skuldi eftirmetast eftir tveimum árum.

Tann freistin kom og fór í mars í fjør, og enn er skipanin ikki liðugt eftirmett.

Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum, umsitur eftirmetingina av varskógvaraskipanini:

 

08092022_Jan_til_net_1

 

Varskógvaraskipanin hevur til endamáls at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og annað í fyrisitingini.

Dømi um mál, ið kunnu varskógvast, eru eitt nú: Mál um korruptión, nepotismu, mutur, skjalafalsan, svik, fíggjarundandrátt, óreglulig viðurskifti í sambandi við bókhald og grannskoðan, harðskap og kynsligan ágang.

Um fráboðað viðurskifti eru fevnd av varskógvaralógini, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra. Aðalstjórin skal síðani seta í verk, fylgja við og enda eina kanning.

Hóast fá mál eru meldað gjøgnum varskógvaraskipanina, síðani hon kom í gildi, er tað ikki vist, at skipanin verður strikað, sigur Jan Mortensen:

 

08092022_Jan_til_net_2

 

Varskógvaraskipanin kom í 2019, og nú verður farið undir at eftirmeta hana.

 

Broytingar verða tó helst gjørdar í varskógvaraskipanini í sambandi við eftirmetingina. Eitt nú ber til at boða frá kynsligum ágangi gjøgnum varskógvaraskipanina sum er, men hetta er nærum ógjørligt at skjalprógva í verandi skipan:

 

08092022_Jan_til_net_3

 

Væntandi er eftirmetingin av varskógvaraskipanini liðug um ársskiftið, sigur Jan Mortensen. Tá skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja eftirmetingina fyri løgtingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480