- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava frið at eftirmeta óljóð frá skipum
Vilja hava frið at eftirmeta óljóð frá skipum
Kommunufelagið hevur ongar viðmerkingar til, at tað enn einaferð er staðfest, at markvirðið fyri larm verður ikki hildið á kaiøki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-05-02-10h21m04s216.png?itok=BFT3X7zA)
Heimafriður hevur aftur víst á, at markvirðini fyri óljóð frá skipum vera ikki hildin. (Savnsmynd)
30.08.2022 - 10:15
Kommunurnar eru farnar undir tilgongdina at eftirmeta felagskommunalu reglugerðina um óljóð frá skipum.
Eftirmetingin skal verða liðug í seinasta lagi 31. januar 2023.
Aðrar viðmerkingar hava vit tí ikki í løtuni.
Hetta eru boðini, sum Kommunufelagið kemur við, nú tað enn einaferð er staðfest, at markvirði fyri larm, ikki verður hildið á kaiøki.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
30082022_Eftirmeting_um_ljod_til_net
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV