Skilir ikki atfinningarnar um samanlegging

Skilir ikki atfinningarnar um samanlegging
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at øll mál, sum hava týdning fyri útoyggjarnar, vera viðgjørd í staðbundnum nevndum
Karl Johansen er borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
 
29.08.2022 - 18:00

- Eg skilji ikki handan kritikkin. 

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá hann verður spurdur um atfinningarnar hjá Óla Jákupi úr Dímun, formanni í Útoyggjafelagnum, sum í samrøðu í útvarpstíðindinum á middegi segði, at tað hevur ikki altíð eydnast so væl, tá útoyggjar hava lagt saman við størri kommunum. 

 

Frá aðalfundinum í Útoyggjafelagnum í Skúgvoy í gjár. Óla Jákup úr Dímun nummar er tvey á myndini høgrumegin. (Mynd: Útoyggjafelagið á Facebook)

 

Í Klaksvíkar kommunu er ein staðbundin nevnd fyri Svínoy, meðan bygdirnar í Kalsoynni, t.e. Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur, hava hvør sína. 

Og har verða øll mál, sum á onkran hátt hava týdning fyri útoyggjarnar, viðgjørd, sigur Karl Johansen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29082022_Karl_Johansen_til_net

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878