Nú vera tingfundir aftur

Nú vera tingfundir aftur
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um gongd í haga og munnligir fyrispurningar eru á skránni, tá tingið hevur fundir aftur 6. og 7. september
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur ásett tingfundir at vera 6. og 7. september.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.08.2022 - 08:42

Løgtingið hevur nú fundir aftur. Tingfundir vera 6. og 7.september.

6.september skal tingið viðgera uppskotið til samtyktar frá Javnaðarflokkinum um rættin hjá føroyingum at ganga í haganum ókeypis.

Flokkurin heldur tað ikki vera órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og vinnuligum virksemi, og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru. 

 

Eisini í løglistanum

Gongd í haga stendur eisini í løglistanum hjá landsstýrinum í ár.

Løgmaður segði á ólavsøku, at skiljast skal millum privata og vinnuliga gongd í haga. 

Føroyingar skulu, eins og siðvenjan hevur verið, hava møguleika at njóta føroysku náttúruna, segði hann. 

 

Munnligir fyrispurningar

Mikudagin 7.september eru munnligir fyrispurningar í løgtinginum.

Hesa vikuna hevur Útnorðurráðið ársfund í Grønlandi.

Seks løgtingsfólk eru í Útnorðurráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856