- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metrostav Norge skal bora Fámjinstunnilin
Sáttmáli var í morgun undirskrivaður millum J&K Petersen og Metrostav Norge at bora tunnilin millum Øravík og Fámjin. Hetta hendir eftir, at NCC, sum skuldi bora tunnilin, í síðstu viku tók seg burtur úr uppgávuni.
Nýggi undirveitarin skal bora, tryggja og vatntryggja nýggja tunnilin millum Øravík og Fámjin.
Metrostav Norge hevur drúgvar royndir í tunnilsarbeiði.
5.000 starvsfólk
Móðurfelagið, Metrostav, er eitt stórt miðevropeiskt byggifelag við nærum 5.000 starvsfólkum og verkætlanum í 15 evropeiskum londum, skrivar J&K Petersen á heimasíðuni.
Fyrr í summar upplýsti Landsverk, at fyrsta skotið fyri Fámjinstunnilin verður skotið seinni í heyst, og øll verkætlanin verður liðug miðskeiðis í 2024.
Løgtingið hevur játtað 207 milliónir krónur til samlaðu verkætlanina.
Hoyr samrøðu við Stein Olv Petersen, stjóra í J&K Petersen, í útvarpstíðindunum: