- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inflatiónin hækkar í Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/matvoruhandil_i_fraklandi_.jpg?itok=xnL1WJbW)
Inflatiónin í Danmark var 9,6 prosent í juli samanborið við 9,1 prosent í juni.
Tað hevur við sær, at prísirnir framvegis hækka, og at fólk hava minni at keypa fyri.
Gongdin er alt annað enn góð, sigur búskaparfrøðingurin hjá Sydbank, Søren Kristensen, við Ekstra Blaðið.
Stígur kemur í búskapin, tí fólk hava minni at keypa fyri, og tað hevur stóran týdning fyri búskapin, sigur hann.
Eisini í ES
Í ES-londunum er gongdin tann sama, og inflatiónin hækkaði úr 9,6 upp í 9,8 prosent í sama tíðarskeiði.
Inflatiónin hevur ongantíð verið so stór, síðani ES fór at gera upp, hvussu prísgongdin er, og tað var í 1997.
Frá juni til juli var tað serliga prísurin á matvørum, gassi og streymi, sum hækkaði í ES londunum.
Mest í Estlandi
Nøkur lond eru verri fyri enn onnur. Hóast Estland er við í ES, hækkaði inflatiónin í Estlandi 23,2 prosent í juli, og tað var nógv tað mesta í ES.
Frakland og Malta sluppu betri, í teimum londunum hækkaði inflatiónin 6,8 prosent í juli.
Sveits er ikki limur í ES. Har hækkaði inflatiónin 3,3 prosent í juli, sum var minsta hækkingin í Europa.