NCC borar ikki Fámjinstunnilin

NCC borar ikki Fámjinstunnilin
J&K Petersen hevur funnið nýggjan undirveitara, sum er ein norsk fyritøka, ið hevur drúgvar royndir at bora tunlar
Tá Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, skrivaðu undir sáttmálan um Fámjinstunnilin. Nú er greitt, at NCC fer ikki at bora tunnilin.
 
22.08.2022 - 18:19

J&K Petersen skal hava annan undirveitara til at bora Fámjinstunnilin.

NCC, sum eftir ætlan skuldi bora tunnilin, hevur tikið seg burtur úr uppgávuni.

Tað váttar Stein Olvur Petersen, stjóri fyri J&K Petersen.

J&K hevði lægsta tilboðið, tá arbeiðið at gera Fámjinstunnilin varð bjóðað út á øðrum sinni.

Men J&K Petersen skrivaði ongantíð undir sáttmála við undirveitaran NCC, sum nú kortini ikki skal bora tunnilin.

 

Fámjinstunnilin skal verða liðugur í 2024, og tíðarætlanin heldur, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.

 

Landsverk skal góðkenna

Stein Olvur Petersen upplýsir, at tey hava funnið ein nýggjan undirveitara fyri NCC.

Talan er um eina norska fyritøku, ið hevur drúgvar royndir at bora tunlar. Landsverk skal góðkenna undirveitaran, og teir formalitetirnir eru  ikki komnir uppá pláss enn. Tí vil Stein Olvur Petersen ikki upplýsa, hvør nýggi undirveitarin er.

- Men eg kann vissa um, at tunnilin verður ikki dýrari av hesi orsøk, og tíðarætlanin heldur, sigur Stein Olvur Petersen.

Hann leggur dent á, at J&K og NCC framhaldandi hava gott samstarv, hóast samstarvið um Fámjinstunnilin var av ongum.

 

Liðugur í 2024

Fyrr í summar upplýsti Landsverk, at fyrsta skotið fyri Fámjinstunnilin verður skotið seinni í heyst, og øll verkætlanin verður liðug miðskeiðis í 2024.

Løgtingið hevur játtað 207 milliónir krónur til samlaðu verkætlanina.

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa viðmerking frá Landsverki, sum er byggiharri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982