- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blønduós: Skeyt hjúnini í songini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skot_i_islandi.jpg?itok=S8X_30CF)
Politiið vil lítið og einki siga um skottilburðin á Blønduósi í Islandi tíðliga í gjáramorgunin.
Men fjølmiðlarnir siga seg nú vita, hvat hendi í sethúsunum á Blønduósi.
Maðurin skeyt eini hjún í fimmtiárunum í song teirra. Konan doyði, og maðurin er illa særdur.
Sonur teirra, genta hansara og barn teirra vóru eisini í húsunum. Og sonurin skal hava beint fyri drápsmanninum, tó ikki við byrsuni.
Var uppsagdur
Byrsumaðurin arbeiddi hjá hjúnunum, men var uppsagdur. Tað góðtók hann ikki, og vildi hava arbeiðið aftur.
Fyri nøkrum vikum síðani hótti hann hjúnini við høglbyrsu.
Tá var hann tikin. Maðurin, sum er 35 ár, var á psykiatriskari deild, men slapp út haðani um vikuskiftið.
Hann skuldi missa byrsuloyvið í dag.
Veiðimaður
Maðurin átti nógv skotvápn, hann er veiðimaður, og er venjari í skjóting.
Onkursvegna fekk hann útvegað sær byrsu um vikuskiftið, tí øll hansara egnu skrásettu vápn vóru tikin frá honum, tá hann hótti við byrsu í summar.
Sonur hjúnanna og genta hansara vóru tikin sunnumorgunin, men tey vóru latin leys í gjár.