Fulltrúi í Undirvísingarstýrinum fyribils skúlastjóri í Vestmanna

Fulltrúi í Undirvísingarstýrinum fyribils skúlastjóri í Vestmanna
Skúlastjórin er sjúkraskrivað í 14 dagar
Skúlastjórin í Vestmanna er sjúkraskrivað í 14 dagar.
 
17.08.2022 - 16:44

Undantaksstøða er í Vestmanna skúla.

Málið um ósemjuna á skúlanum tók í dag nýggja vend, tá skúlastjórin, Alis Jóna Højsted, bleiv sjúkraskrivað.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, váttar fyri Kringvarpinum, at skúlastjórin fyribils er sjúkraskrivað í tvær vikur.

 

Fulltrúi í Undirvísingarstýrinum verður fyribils skúlastjóri í Vestmanna. 

 

Fulltrúi fyribils skúlastjóri

Varaskúlastjórin, Frígerð Ovadóttir, fekk í gjár eitt ætlanarskriv um uppsøgn, og hon er tí ikki á skúlanum. Av tí at ongin leiðsla er í Vestmanna skúla í løtuni, verður ein fulltrúi í Undirvísingarstýrinum settur sum fyribils skúlastjóri í tvær vikur.

Hjalmar Hansen váttar eisini, at hvørki næmingar ella lærarar hava nakra tímatalvu, nú skúin byrjar aftur í morgin. Hesum arbeiðir Undirvísingarstýrið við nú, og væntandi verða tímatalvur tøkar mánadagin.

Meira verður at frætta um málið í útvarpstíðindunum kl. 18. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946