- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja nú eftir stjóra til Strandferðsluna
Fíggjarmálaráðið søkir nú eftir stjóra til Strandfaraskip landsins.
Landsstýrið vil umskipa Strandfaraskip landsins soleiðis, at stovnurin fær tryggar og støðugar karmar, og at ferjuflotin verður endurnýggjaður.
Stjórin skal fyrstu tvey árini megna at stjórna Strandferðsluni og samstundis fremja neyðugar broytingar samsvarandi politiska viljanum fyri stovnin, stendur í lýsingini.
Hava politiskt tev
Stjórin skal vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast við slíka útbúgving.
Ein treyt er, at stjórin skal hava gott politiskt tev.
Starvið er áramálssett í fimm ár við møguleika fyri at leingja setanina í trý ár.
Umsóknarfreistin er til 9.september.