- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu taka náta, hóast fuglakrím er
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-08-30-10h48m18s122.png?itok=iYuHm2pm)
Fólki er ikki mælt frá at fara eftir náta, nú fuglakrím er.
Nú nátatíðin byrjar, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan upp aftur áminningina um at fyribyrgja nátasjúku.
Og nú fuglakrím er, er áminningin harafturat týðandi fyri ikki at bera fuglakrím til taman fugl, ella um illa veit við, smitta fólk, sigur Heilsufrøðiliga starvsstova.
Seks tilburðir
Síðani 1991 hava verið seks tilburðir av nátasjúku, ein í 1991, tveir í 2003, tveir í 2016 og ein í 2017.
Tá nátin er royttur, skáldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin.
Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku, doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá nátin er kókaður ella stoktur.
Selja á løggildum stað
Um ætlanin er at selja nátar, skal tað vera á løggildum stað ella sambært heimaframleiðslukunngerðini.
Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at nátarnir eru skáldaðir ella royttir og ílignir, ella skrædlaðir.
Á heimasíðuni hfs.fo er ymiskt um nátasjúku, millum annað hvussu hon smittar og sjúkueyðkenni.