- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur fyrstilærari í Kaldbak
Nýggjur fyrstilærari í Kaldbak
Anna Maria Reinert Jensen tók við starvinum 1. august
12.08.2022 - 08:37
Anna Maria Reinert Jensen er sett sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla frá 1. august at rokna.
Hon er 52 ára gomul og tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í namsfrøðiligari leiðslu í 2020.
Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari namsfrøðiligari leiðslu.
Anna Maria Reinert Jensen hevur síðani 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, umframt at hava verið toymisleiðari og leitt verkætlanir.
Anna Maria Reinert Jensen avloysir Fríðbjørg Hammer, sum hevur verið fyrstilærari í Kaldbak síðstu trý árini, men nú er blivin varaskúlastjóri í Kollafirði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV