Húsarannsókn hjá Trump: Leitaðu eftir skjølum um kjarnorku

Húsarannsókn hjá Trump: Leitaðu eftir skjølum um kjarnorku
Hetta er fyrstu ferð, at FBI hevur gjørt húsarannsókn hjá einum fyrrverandi forseta
FBI gjørdi húsarannsókn hjá heima við hús Donald Trump, fyrrverandi forseta, mánadagin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.08.2022 - 10:41

Amerikanska samveldispolitiið, FBI, leitaði eftir loyniligum skjølum um kjarnorku, tá ið húsarannsókn var gjørd heima hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, í Florida mánadagin.

Tað skrivar Washington Post, ið vísir til keldur við innliti í kanningararbeiðið hjá FBI.

Ein eygleiðari, sum Washington Post hevur tosað við, sigur nýggju upplýsingarnar staðfesta, at myndugleikarnir stúra fyri, hvørji skjøl Trump kann hava tikið við sær úr Hvítu Húsunum, tá ið hann fór frá sum forseti.

 

Nógv skjøl

Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at FBI hevur gjørt húsarannrsókn hjá einum fyrrverandi forseta, og tað hevur elvt til politiskan ófrið.

Ikki er greitt, hvussu umfevnandi kanningarnar hjá samveldispolitinum eru, men fleiri amerikanskir miðlar siga málið snúgva seg um heilt nógv skjøl, Trump skuldi havt latið frá sær, tá ið hann fór frá, men sum hann í staðin tók við sær til hús.

Longu í juni mánaði visti New York Times at siga, at FBI hevði stevnt Trump eftir skjølunum.

Í februar váttaði amerikanska tjóðskjalasavnið, at tað hevði fingið 15 eskjur við skjølum frá Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497