![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/magni_a_deild_olsen.jpg?itok=EccHNI5k)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS 134 mió. kr. í avlopi í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fullsizeoutput_1981.jpeg?itok=h34Bt14t)
Ársúrslitið hjá ALS í fjør var tað næstbesta í søguni hjá ALS, tað var 134,1 mió. kr. í avlopi eftir skatt.
ALS var stovnað í 1992.
Avlopið í 2020 var 25,6 milliónir, men tað árið rindaði ALS 128,5 mió kr. í lønarískoyti, tí korona var.
Eginognin er nú yvir eina milliard. Hon var ein milliard og 82,2 milliónir við árslok 2021.
Eginognin vaks 134 milliónir krónur í fjør.
Við hesi eginogn megnar ALS at standa ímóti einum arbeiðsloysi, sum er átta prosent, í fimm ella seks ár, sigur ALS.
Magni á Deild Olsen er stjóri í ALS. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Inngjøldini 253 mió. kr. og útgjaldið 77 mió.kr.
Í 2020 vóru inngjøldini 253,2 mió. krónur.
Tey vóru minni í 2021, 208,3 mió. kr., tí 1.januar minkaði inngjaldið úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.
Annars høvdu inngjøldini verið 260 milliónir í fjør, sigur ALS.
Útgjaldið til arbeiðsleys var 76,9 milliónir í fjør. Tað var 77,5 í 2020.
Í fjør komu 747 nýggj fólk í ALS. 884 fóru úr skipanini. Nøkur hava verið arbeiðsleys í fleiri umførum.
Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis tað minsta í Evropa.