Kina hevur hernaðarvenjing eftir vitjan hjá Pelosi í Taivan

Kina hevur hernaðarvenjing eftir vitjan hjá Pelosi í Taivan
Forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum hitti í morgun leiðarar í Suðurkorea, dagin eftir umstríddu vitjanina í Taivan
Kina er farið at skjóta rakettir í allar ættir, nú landið skipar fyri hernaðarvenjing
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.08.2022 - 15:07

Uttanríkisráðið í Taivan sigur, at kinesiski herurin hevur skotið tilsamans 11 Dongfeng-rakettir í havið út fyri norður-, suður- og eystara part av Taivan.

Tað skrivar Reuters.

Fyrr í dag skeyt kinesiski herurin eina rakett nærindis Matsu-oyggjunum í Taivan-sundinum.

Kinesiska venjingin var sett í verk, eftir at forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, var í Taivan á vitjan, sum sambært Kina er undir kinesiskum valdi.

 

Nancy Pelosi hitti eisini formannin í suðurkoreanska tinginum, Kim Jin-pyo. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Pelosi í Suðurkorea

Nancy Pelosi hitti í morgun leiðarar í Suðurkorea, dagin eftir umstríddu vitjanina í Taivan.

Eftir stuttu vitjanina í Taivan, flugu Pelosi og sendinevnd hennara í gjárkvøldið til Seoul, sum er annað landið, hon vitjar á ferðini í Eysturasia.

Pelosi endaði vitjanina í Taivan við at endurtaka lyfti hjá USA um at verja frælsið hjá Taivan, hóast tað hevur fingið øði í Kina.

Í dag hitti hon forsetan og aðarar leiðarar í ovastu leiðsluni í suðurkoreiska tjóðartinginum, har tosað var um trygd, búskaparligt samstarv og veðurlag.

Seinni í dag skal hon eftir ætlan til marknaliðið millum Suðurkorea og Norðurkorea.

 

Kinesarar í øðini

Vitjanin hjá Pelosi í Taivan hevur elvt til vreiði í Kina, sum nú svarar aftur við at skipa fyri stórari kinesiskari hernaðarvenjing í havøkinum kring Taivan.

Venjingin varar í fimm dagar, til sunnudagin á middegi, og vant verður bæði á sjónum og í luftini kring Taivan, sigur kinesiska sjónvarpið.

10 kinesisk sjóverjuskip løgdu seg í Taivansundið týsmorgunin, og tey vera har til seinnapartin í dag.

Hetta er størsta venjing, sum Kina nakrantíð hevur havt í sjóøkinum kring Taivan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497