Donsk tíðindakvinna í Russlandi víst av landinum

Donsk tíðindakvinna í Russlandi víst av landinum
Matilde Kimer heldur, at ein orsøk kann vera, at Kreml sigur Danmark vera "óvinarligt land"
Matilde Kimer hevur verið tíðindakvinna hjá DR í Russlandi í 13 ár.
Mynd: Kongressen.com  
 
04.08.2022 - 09:12

Korrespondenturin í Danmarks Radio í Russlandi, Matilde Kimer, sleppur ikki inn í Russland næstu 10 árini.

Matilde Kimer hevur arbeitt fyri DR sum journalistur í Russlandi seinastu 13 árini, men tá ið hon mánadagin skuldu til Russlands, var hon steðgað í pass-eftirlitinum á Vnukovo-flogvøllinum í Moskva. 

Har fekk Matilde Kimer eitt skjal við upplýsingum um, at av "trygdar- og verjuávum" sleppur hon ikki inn í landið aftur fyrr enn í 2032.

Hon var síðani koyrd inn í eitt bíðrúm, haðani hon seinni var send av landinum aftur. 

 

41 tíðindafólk koyrd av landinum 

41 útlendskir journalistar, sum hava arbeitt fyri eitt nú BBC, The Guardian, Daily Telegraph og Sky News, eru síðani russisku innrásina í Ukraina 24. feberuar koyrd úr Russlandi, sigur danska kringvarpið. 

Matilde Kimer hevur ikki fingið nærri grundgeving fyri, hví hon er óynskt í Russlandi, men sjálv heldur hon, at Kreml kann hava stemplað Danmark sum "óvinarligt land".

- Tað kann eisini vera, tí eg altíð havið kallað kríggið fyri kríggj, og tað er ólógligt í Russlandi. Ella tí eg havi ferðast nógv í Ukraina og í russiskum øki nærindis ukrainska markinum, sigur Matilde Kimer, journalistur hjá DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497