- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanarar hava dripið leiðaran í al-Qaeda
USA hevur beint fyri leiðaranum í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri. Álopið var framt í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, sunnunáttina okkara tíð.
Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden í nátt.
Sambært Joe Biden fekk eingin í familjuni hjá Ayman al-Zawahiri skaða í álopinum, og eingi sivilfólk doyðu, skrivar danska kringvarpið.
Ein talsmaður fyri Taliban váttar fyri Reuters, at ein bústaður í Kabul var álopin um vikuskiftið.
Taliban fordømir
Taliban, sum hevur valdið í Afganistan, fordømir atsóknina og sigur hana vera brot á altjóða meginreglur.
Hinvegin sigur amerikanski forsetin, at USA hevur gjørt fólki eina stóra tænastu við at drepa mæta leiðaran í al-Qaeda.
Sambært Joe Biden, hevði Ayman al-Zawahiri ein týðandi leiklut, tá ið yvirgangsatsóknini 11. september í 2001 var fyrireikað.