ES-lond ósamd um at spara gass

ES-lond ósamd um at spara gass
ES-nevndin stúrir fyri, at tað er bara ein spurningur um tíð, til Russland skrúvar fyri allari gassveiting
Russiska orkufelagið, Gazprom, fer at skerja gassveitingina til Evropa í morgin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.07.2022 - 09:43

Stór ósemja er í ES um gassspariætlanina.

Fleiri ES-lond hótta við, at tey taka ikki undir við uppskotinum hjá ES-nevndini um at minka gassnýtsluna í Evropa, skrivar danska TV2.

Síðani ES setti í verk revsitiltøk móti Russlandi, hevur Russland svarað aftur við at steðga ella skerja gassveitingina til 12 ES-lond.

Nú stúrir ES-nevndin fyri, at tað bara er ein spurningur um tíð, til russar endaliga skrúva fyri gassinum.

Orkuráðharrarnir í ES hittast í dag í Brússel, har teir skulu skifta orð um uppskotið hjá ES-nevndini um at minka gassnýtsluna 15 prosent frá august til apríl næsta ár.

 

Kveistra uppskotið til viks

Men longu nú hava fleiri ES-lond kveistrað uppskotið til viks, teirra millum Spania, Portugal og Grikkaland, og tað hevur elvt til kjak og málageipan í limalondunum.

Mánadagin kunngjørdi almenna, russiska orkufelagið, Gazprom, at tað í morgin fer at skerja gassveitingina til Týsklands 20 prosent í gassleiðingini, Nord Stream I.

Gazprom sigur, tað kemst av, at gassleiðingin skal haldast viðlíka, men Týskland sýtur fyri at góðtaka ta frágreiðingina.

Týskland hevur tann størsta búskapin í Evropa, og tað er eisini tað landið í ES, sum er mest tengt av gassveitingini úr Týsklandi.

Tí hevur týska stjórnin og vinnan leingi hildið uppá, at tað fær negativar avleiðingar fyri búskapin í landinum, um gassveitingin úr Russlandi minkar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497