London fer eftir fjórða OL

London fer eftir fjórða OL
Borgarstjórin í bretska høvuðsstaðnum ætlar at hýsa umhvørvisvinarligastu leikunum í søguni í 2036
London hevur longu allar hentleikarnar til at verða vertur fyri OL um 14 ár, heldur borgarstjórin í býnum
Mynd: Creative Commons  
 
23.07.2022 - 10:48

Tíggju ár eftir at London var vertur fyri Olympisku Leikunum, fer býurin aftur eftir vertsleiklutinum, skrivar Sky News.

Tað sigur borgarstjórin, Sadiq Khan, ið heldur, at býurin er førur fyri at hýsa leikunum, samstundis sum hugsað eisini verður um umhvørvið.

– Vit skulu syrgja fyri, at leikirnir verða "grønir", og vit arbeiða við einari ætlan um at skipa fyri teimum umhvørvisvinarligastu leikunum í søguni, sigur borgarstjórin.

Sadiq Khan heldur, at London longu hevur allar hentleikar, til at fáa Olympisku Leikirnar til býin. Tískil verður ikki neyðugt, at byggja nakað nýtt.

Ikki neyðugt at byggja nýtt

– Okkum nýtist ikki at byggja nýtt og útleiða CO2, tí vit hava longu alt her frammanundan, sigur borgarstjórin í London, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

London hevur fyrr verið vertur fyri Olympisku Leikunum tríggjar ferðir - í 2012, 1948 og 1908 - og tað verður sostatt fjórðu ferð, býurin kann hýsa leikunum.

Fyri fáum árum síðani varð ikki so nógv tosað um umhvørvið og veðurlagið. Tí hevur tað verið siður, at velja teir býir og lond, ið kundu byggja nýtt og stórt.

Australski býurin, Brisbane, skal hýsa leikunum í 2032, og tí kann tað í fyrsta lagi koma uppá tal, at London aftur hýsir Olympisku Leikunum í 2036.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497