Øll starvsfólk á Grøna háskúlanum á Sandi uppsøgd

Øll starvsfólk á Grøna háskúlanum á Sandi uppsøgd
"Starvsfólkini eru uppsøgd og leigumálið somuleiðis, meðan arbeitt verður við nýggjum konsepti til Grøna háskúlan á Sandi," sigur Katrin Petersen, forkvinnan í stýrinum
Ov fá ung meldaðu seg til Grøna háskúlan á Sandi, og tí noyðist koseptið fyri skúlan at verða endurskoða, sigur stýrisforkvinna
Mynd: Grøni háskúlin á Facebook  
 
22.07.2022 - 12:28

Grøni háskúlin á Sandi, sum vit kenna hann, er niðurlagdur, nú starvsfólkini eru uppsøgd, og leigumálið um hølini eisini er uppsagt.

"Arbeitt verður við nýggjum konsepti til grøna háskúlan á Sandi, " sigur Katrin Petersen, forkvinna í stýrinum fyri grøna háskúlan.

30. juni segði stýrisforkvinnan, at ov fáir næmingar vóru tilmeldaðir longru skeiðini á skúlanum. Tað er eitt krav, fyri at skúlin fær fígging frá landinum. Tí fór skúlin at repa seglini.

Katrin_Petersen_30072022_um_grona_haskulan

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat tilboð skúlin fer at bjóða, tá tað eftir ætlan kemur gongd á skúlan aftur komandi summar, sigur Katrin Petersen.

Tað er annars ikki so langt síðani, at Grøni háskúlin fekk nýggjan stjóra.

Í november í fjør var Maud Wang Hansen sett sum stjóri. Í alt fimm starsvfólk vóru knýtt at Grøna Háskúlanum á Sandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151