Annar dagurin á G!

Annar dagurin á G!
Sólin skein oman og niðan í Syðrugøtu allan fríggjadagin, ið fer í søguna sum ein tann besti dagurin á G!, tá ið hugsað verður um veður. Tónleikapallin áttu Joe & The Shitboys
Joe & The Shitboys var tónlistarliga hæddarpunktið fríggjadagin á G!. Millum annað staðfesti oddamaðurin í Joe & The Shitboys, Fríði Djurhuus, at sex krevur samtykki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.07.2022 - 16:50

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

"Hann læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu," stendur skrivað í Halgubók. 

Tað er ikki skeivt at siga, at tað kendist, sum onkur haruppi helt hondina yvir G! festivalinum, sum var baðaður í sól og stilli og fagrasta summarveðri allan fríggjadagin. 

Mann mátti við jøvnum millumbili klípa seg í armin, fyri at staðfesta, at mann veruliga var vakin. Tað var trupult at skilja, at hetta var sama landið, har tað tríggjar dagar frammanundan herjaði stormur við hvirlum upp í 40 m/s. 

Føroyar, men sanniliga eisini føroyingar, eru vakrar í sólskyni. 

Sandurin í Syðrugøtu minti mest av øllum eina strond sunnanfyri. 

G!-gestirnir lógu ikki sjóvarfallið av sær, men syrgdu fyri at njóta dagin til fulnar, tí fríggjadagurin á G! 2022 fer í søguna sum ein hin besti G!-dagurin nakrantíð, tá ið hugsað verður um veður. 

Tað vóru lív og góðir dagar í hvørjum húsi í Syðrugøtu. 

Tað var eisini umráðandi at halda vætujavnvágina í allari sólini. 

Lena Anderssen spældi eina fjálga og frálíka konsert á Sandinum klokkan 19. 

Kendi journalisturin Jan Müller nýtur løtuna á Sandinum saman við familju og vinfólki.

Sterkasta útlendska navnið á G! fríggjadagin var Priya Ragu úr Sveis, ið veruliga bergtók við sínum serliga samanblandi av suðurasiatisktum tónalag, R&B og elektropoppi.

Priya Ragu hevur spælt á stórum showcase festivalum, sum ESNS, By:Larm og SXSW. Hon hevur eisini sungið sangin Lookdown í undirhaldssendingini Later hjá Jools Holland á BBC, og hendan ferðin hevur givið úrslit, tí Priya Ragu varð vald til Amazon Music's Breakthrough Artist of 2022.

Altjóða tónleikamiðlar rósa unga stjørnuskotinum úr Sveis upp um skýggja, og teir spáa henni altjóða viðurkenning í 2022, og tað er væl skilligt. 

Saman við ómetaliga væl spælandi bólkinum hjá sær, spældi Priya Ragu eina spikahamrandi feita konsert á Spæliplássinum. Serliga dugnaligi gittarleikarin hjá Priyu Ragu hugtók við flottum solospæli og góðari nærveru. 

Fólk í øllum aldri nutu løtuna á Spæliplássinum saman við Priyu Ragu.

Tónleikurin hjá Priyu Ragu var modernaður og fall í góða jørð hjá áhoyrarunum. 

Høvuðsnavnið á G! festivalinum fríggjadagin var sviin José Gonzalez. Einsamallur sat Gonzalez á pallinum við sínum gittarum og framførdi sínar vøkru sangir. Tað var kanska ov nógv at krevja av honum, at hann skuldi megna at fylla stóra pallin og Sandin. Men tað var ein vøkur framførsla, ið kanska hevði ligið betur fyrr um dagin - ella á Spæliplássinum.  

Fólk dugdu tó at hugna sær aftur við tónleikinum hjá José Gonzalez, ið fortaldi, at hann hevði havt sína bestu festivaluppliving nakrantíð á G! Eftir eitt dipp í sjónum, var hann endaður í saunahjallinum, har tað er siðvenja á G! at fólk syngja, og har høvdu fólk sungið "Fagra blóma". Tað var nakað serligt, staðfesti eygagóði sviin. 

Íslendska Eurovisjón-fyribrigdið, Daði Freyr, kom, sá, og sigraði á G! festivalinum. Hann hugnaði sær sanniliga eisini, bæði á pallinum, men eisini saman við familjuni millum fólk á festivalinum. 

Lætti og dansivinarligi poppurin hjá Daði Freyr, ið fær eyðsýndan íblástur frá popptónleikinum frá áttati- og nítiárunum, var akkurát tað, ið fólki á Sandinum hevði brúk fyri fríggjakvøldið, oman á ein dag í bakandi sól. 

Daði Freyr varð spáddur at vinna Eurovisjón-finaluna í 2020 við sanginum "Think About Things". Tíverri varð Eurovisjón-finalan avlýst í 2020, men Daði Freyr hevði sangin "10 Years" við í finaluni í 2021, sum fekk eitt heiðurligt fjórða pláss. 

Tað var sera gott lag á Sandinum, meðan Daði Freyr framførdi fyri áhoyrarunum. 

Konsertin hjá Daði Freyr á Sandinum fríggjakvøldið vísti, at føroyingar hava tikið bæði sjarmerandi Daði Freyr, og hansara løttu poppsangir, til sín. 

Hæddarpunktið var tó uttan samanbering heitasta føroyska tónleikanavnið í løtuni, punkbólkurin Joe & The Shitboys, ið hevur verið eina sigursferð á festivalum uttanlands í summar, áðrenn bólkurin lendi á pallinum í Spæliplássinum leygarnáttina klokkan fimm minuttir í hálvum eitt. 

Fríði Djurhuus og hinir shitboysarnir vóru í toppformi, og tað vóru G!-gestirnir sanniliga eisini, ið møttu fjølmentir og klárir til konsertina. Tey vóru kanska ikki ordiliga klár, sum nakað tað fyrsta, at síggja beint inn í beru reyvina hjá Fríða Djurhuus. Men tey skiltu og nutu skemtið. 

Tað kókaði á Spæliplássinum, meðan Joe & The Shitboys spældu, tí konsertirnar hjá bólkinum eru so nógv meira enn ein framførsla av nøkrum sangum, ið sjáldan eru meir enn ein minutt til longdar. Konsertirnar hjá Joe & The Shitboys eru eitt show, tí í grundini átaka Fríði Djurhuus, aka Joe, og hinir í bólkinum, sær nakrar leiklutir, sum teir spæla undir framførsluni. Eitt slag av annað ego. 

Tað er ikki bara tónleikurin hjá Joe & The Shitboys, ið er up close and personal, sum mann sigur á enskum. Tað er framførslan sanniliga eisini. 

Flestu føroyingar tykjast nú hava fatað tað, ið vit eru nógv, sum hava peppað um í nøkur ár, at Joe & The Shitboys eru nakað heilt serligt, ikki einans í Føroyum, men eisini altjóða. 

Um ein mynd skal lýsa kensluna á G! fríggjadagin, so er hendan eitt gott bóð. Tað var fantastiskt. 

Hendan myndin lýsir eisini væl kensluna fríggjadagin og -kvøldið. 

Belgiski rokkbólkurin Sons fekk heiðurin at enda tónleikaskránna á Sandinum fríggjakvøldið. Bólkurin setti harvið punktum fyri einum tí minniligasta G! festivaldegnum nakrantíð. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979