Metnógvir útlendingar í starvi í Føroyum

Metnógvir útlendingar í starvi í Føroyum
Meira enn 28.000 fólk eru nú á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og av teimum eru 6,5 prosent útlendingar.
 
15.07.2022 - 16:48

Tað er ikki bara arbeiði til nógvar føroyskar hendur í løtuni.

Ongantíð fyrr hava so nógvir útlendingar arbeitt í Føroyum, sum tað gera í løtuni.

Meira enn 28.000 fólk eru nú á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og av teimum eru 6,5 prosent útlendingar.

So stórt hevur lutfallið av arbeiðandi útlendingum ongantíð fyrr verið í Føroyum, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Hinvegin, so vóru minni enn eitt prosent av løntakarunum í Føroyum útlendingar miðskeiðis í hálvfemsunum eftir kreppuna.

Hagstovan hevur skrásett tøl um arbeiðsmarknaðin í Føroyum síðani 1985.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109