G!: Sól og summar á Gøtusandi

G!: Sól og summar á Gøtusandi
Fríggjardagurin, ið er annar dagurin á G!, er byrjaður við sól og summari og ein einum fullum Gøtusandi
Summar og sól og vøkur fólk á Gøtusandi í dag, nú annar dagurin á G! festivalinum er byrjaður í bakandi sól
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2022 - 17:58

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Oman á alt rokið fyrr í vikuni við ódnarveðri og avlýsingum, so er summarið loksins komið til Føroya og G! festivalin. 

Sandurin er á tremur við fólki í øllum aldri, ið hugna sær í góðveðrinum. 

Pottarnir vóru á kjafti við fólki, ið dusaðu sær í sólini, meðan fólkatónleikurin rungaði frá Spæliplássinum. 

Fólk njóta sólina og løtuna á hvørjum tanga. 

Pottarnir eru góðir at sleppa av við ringastu timburmenninar, og at vísa alt stríðið í venjingarhølunum í vetur fram. 

G! er og hevur altíð verið ein familjufestivalur, og tí hava familjurnar eisini sínar egnu pottar á Sandinum. 

G! ger nógv burtur úr at gera smá rúm, har fólk kunnu uppihalda seg, eitt nú Hoyggjhúsið, har sangkórið Eystanljóð er vertur, og tú kanst keypa tær smyrjibreyð og okkurt gott afturvið. Ofta enda tónleikarar inn í Hoyggjhúsinum og framføra, tá teir eru komnir av pallinum. 

Eftir nakrar tímar í sólunum og pottunum, eru fólk av álvara klár at fara at lurta eftir tónleiki. Á kvøld eru Jose Gonzalez, Daði Freyr, Sons, Joe and the Shitboys og mong onnur á skránni. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823