- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin í Italia vil leggja frá sær
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/draghi.jpg?itok=FLL18ZjP)
Italski forsætisráðharrin Mario Draghi hevur boðað frá, at hann leggur frá sær og hevur sent italska forsetanum umsókn um at verða loystur úr starvi.
Men italski forsetin, Sergio Mattarella, vil ikki góðtaka umsóknina, skriva AFP og Reuters.
Sambært journalistinum hjá danska TV2 í Italia, Eva Ravnbøl, hevur Mattarella biðið Draghi um at fara aftur í parlamentið og finna ein loysn.
Eftir ætlan skal Mario Draghi tosa við tinglimirnar í parlamentinum mikudagin.
Stjórnin í Italia er mannað við øllum flokkum uttan Italska Brøðralagnum, sum er ein flokkur langt úti á høgravonginum.
Draghi hevði ávarað um, at hann fór at leggja frá sær, um ikki Fimmstjørnurørslan, sum situr í stjórnini, var við í atkvøðugreiðsluni í gjár um hjálparpakka til fólk og fyritøkur, sum eru fíggjarliga illa fyri orsakað av krígnum í Ukraina. Men Fimmstjørnurørslan møtti ikki.
- Tjóðareindin - samgongan, sum stuðlaði hesi stjórnini er ikki til longur, sigur Mario Draghi í fráboðan í gjárkvøldið um, at hann leggur frá sær.