- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden fer at umrøða Khashoggi-málið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jamal_khashoggi.jpg?itok=AXoFPzdM)
Málið um dripna saudi-arabiska journalistin, Jamal Khashoggi, verður umrøtt, tá ið amerikanski forsetin Joe Biden í morgin skal hitta saudiska krúnprinsin Mohammed bin Salman.
Tað hevur Joe Biden lovað, sigur einkja eftir Khashoggi, Hanan Elatr Khashoggi, sum hevur verið á fundi við embætisfólk í amerikonsku stjórnini.
- Tey vissaðu meg um, at málið um mannin hjá mær verður viðgjørt, sigur Hanan Elatr Khashoggi, sambært journalisten.no.
Jamal Khashoggi, sum búði í USA og skrivaði fyri The Washington Post, var dripin í saudi-arabiska konsulátinum í Istanbul í 2018. Sambært amerikonskum fregnartænastuupplýsingum, hevði Mohanned bin Salman krúnprinsur bílagt drápið.