Fylla goymslurnar: Innflyta metnógv kol úr Russlandi

bannari
Fylla goymslurnar: Innflyta metnógv kol úr Russlandi
Verkini royna at fylla goymslurnar, áðrenn forboð verður sett í august fyri at innflyta russiskt kol til ES.
 
12.07.2022 - 11:08

Orkuverkini í Evropa royna at fylla goymslurnar, áðrenn forboð í august verður sett fyri at innflyta russiskt kol til ES. Ongantíð seinastu fimm árini, hava orkuverk í ES, innflutt so nógv kol úr Ruslandi, sum nú. 

Miðilin, Trade Winds, skrivar, at bara í mai innfluttu ES londini fimm milliónir tons av koli úr Russlandi. Í februar keyptu londini 3,5 milliónior tons av russiskum koli.

Eftir at kríggið brast á, øktist innflutningurin hjá ES av koli úr Ruslandi upp í 4,7 milliónir tons í mars og 4,8 milliónir tons í apríl.

Upplýst verður, at ES keypir russiskt kol fyri at hava tað á goymslu. Og kolið verður avskipað í russiskum havnum og eisini so eystarlaga sum úr Vladivostok. Tað mesta av kolinum verður kortini avskipað úr havnum í Eystrasalti.

Týskland er størsti keyparin av russiska kolinum, og hildið verður, at Týskland keypti tveir triðingar, sum skulu nýtast á kolaverkunum, sum framvegis eru virkin.

Onnur ES lond keypa eisini russiskt kol. Millum annað er kol avskipað úr Vladivostok til Hollands, Italia, Belgia, Bretlands, Danmarkar og til Spania.

Fólk í Evropa bera ótta fyri, at tey ikki fara at fáa nóg mikið av orku, tí ES arbeiðir við eini ætlan um at gevast at keypa olju og gass úr Russlandi.

Eftir búskaparliga toppfundin í Davos, segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, at tað fer at taka tíð, til ES londini kunnu semjast um at gevast við at keypa olju og gass úr Russlandi.

Russland hevur stongt fyri bæði gassleiðingini og elveitingini til Finlands og Bulgaria, meðan Póland og Litava eru givin at keypa orku úr Russlandi.

Hóast russiski útflutningurin av olju er minni enn fyri kríggið, so gera hækkaðu prísirnir, at russisku inntøkurnar av olju og gassi eru hægri enn undan innrásini í Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856