Dysturin millum KÍ-Bodø/Glimt útsettur

Dysturin millum KÍ-Bodø/Glimt útsettur
Dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt, sum skuldi vera við Djúpumýru í kvøld, týskvøld, er útsettur til mikukvøldið klokkan 18.
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo  
 
12.07.2022 - 15:00

Darvaða flogferðslan ávirkar nú eisini fótbóltsdystin millum KÍ og Bodø/Glimt. 

Dysturin millum KÍ og norska liðið Bodø/Glimt, ið skuldi spælast í kvøld, er útsettur til mikukvøldið.

Órógv hevur verið á flogferðsluni, og flogfarið við liðnum fekk ikki sett seg í Vágum í gjár, tá liðið skuldi koma higar.

Flogfarið skal eftir ætlan koma í Vágar nú seinnapartin, men tað er ov seint til, at dysturin kann spælast í kvøld.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, og liðini hava avrátt, at frægast er at útseta dystin til í morgin.

Útsetti dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt verður spældur við Djúpumýru í annaðkvøld klokkan 18.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766