- Tíðindi, mentan og ítróttur
Air Greenland steðgar sølu av flogferðum til Vesturgrønlands
Air Greenland steðgar sølu av flogferðum til Vesturgrønlands
Vegna vánaligt veður eru minst 1.000 fólk ikki sloppin úr floghavnum í Vesturgrønlandi. Flogfelagið flýgur ikki til Vesturgrønlands aftur fyrr enn í august.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/be6deb58831e754058b73703113ea159.png?itok=U9XXj2uj)
12.07.2022 - 09:28
Lág skýggj og mjørki í Vesturgrønlandi hava við sær, at flogfelagið, Air Greenland, ikki flýgur framvið strondini í Vesturgrønlandi, tað sum eftir er av juli, tí avbjóðingarnar við flúgvingini eru ov stórar, skrivar Sermitsiaq.
Veðrið hevur havt við sær, at minst 1.000 fólk ikki eru sloppin úr floghavnum í Vesturgrønlandi, og tá umstøðurnar ikki tykjast at broytast, hevur felagið gjørt av ikki at flúgva til Vesturgrønlands fyrr enn í august og selur heldur ikki ferðaseðlar til Vesturgrønlands.
Tað hevur eisini við sær, at fólk ikki kunnu keypa ferðaseðlar til og úr Danmark fyrr enn fyrst í august, skrivar Sermitsiaq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV