Oljulekin í Mykinesi verður kannaður

Oljulekin í Mykinesi verður kannaður
Politiið fer nú at gera avhoyringar í málinum um oljulekan og um ósamsvarið í fráboðanum um nøgdina av olju, sum rann á sjógv
Soleiðis sá út, eftir at oljan var farin á sjógv í Mykinesi
Mynd: Oda Vilhelmsdóttir Andreasen  
 
11.07.2022 - 14:11

Politiið kannar oljulekan, sum var í Mykinesi mikudagin.

Grønanes var í Mykinesi við olju til SEV, tá óhappið hendi. 

Í fyrstu fráboðanini, sum MRCC fekk, var sagt, at millum 40 og 48 litrar av gassolju vóru farnir á sjógv.

Men leygardagin upplýsti SEV fyri Sørvágs kommunu, at talan var um 10 ferðir so nógva olju  um 400 litrar.

Hóast óhappið hendi mikudagin, fingu MRCC og politiið ikki fráboðan um tað fyrr enn hósdagin seinnapart, tá sagt var, at koblingin á oljupumpuni var dottin av, og ein lítil nøgd av olju var farin á sjógv.

Politiið fer nú at gera avhoyringar í málinum um oljulekan og um ósamsvarið í fráboðanum um nøgdina av olju, sum rann á sjógv.

Tá politiið er liðugt við sínar kanningar, verður málið latið Umhvørvisstovuni, sum síðani ger av, hvat víðari hendir við málinum.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu, segði við útvarpið leygardagin, at ókyrt hevði verið síðani oljulekan, og tí hevði ikki borið til hjá teimum at kanna skaðan av oljulekanum eftir fráboðanina hósdagin. Men leygardagin  tað er tríggjar dagar eftir óhappið  var onki at síggja til nakra olju ella dálkaðan fugl við Mykines, sum er RAMSAR-øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur
186216
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Mánadag 13. januar
Góðan morgun Føroyar
186207
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125