- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki gass úr Russlandi til Týsklands
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gassleiding.jpg?itok=XRgotxnu)
Síðani klokkan seks í morgun hevur einki gass verið í leiðingini Nord Stream 1 úr Russlandi til Týsklands.
Gassleiðingin er tømd, tí neyðugt viðlíkahald skal gerast.
Eftir ætlan skal gassleiðingin latast upp aftur 21. juli, men myndugleikarnir í Týsklandi bera ótta fyri, at tað ikki hendir, skrivar Ritzau.
Týskland hevur eins og nógv onnur lond sett tiltøk í verk ímóti Russlandi eftir innrásina í Ukraina, og Russland hevur longu stongt fyri gassleiðingini til fleiri lond vestanfyri.
Týskland arbeiðir við at sleppa undan at keypa gass úr Russlandi, samstundis sum fleiri lond royna at fylla goymslurnar av gassi til í vetur. Týskland fær út við 60 prosent av sínum gassi úr Russlandi.
Men arbeitt verður við at minka um gassið úr Russlandi, og fleiri viðurskifti eru í ferð við at verða broytt. M.a. hevur týska stjórnin gjørt av at starta 10 kolaverk aftur fyri at fáa nóg mikið av orku.