Kostar minst 100 milliardir at endurbyggja Mariupol

bannari
Kostar minst 100 milliardir at endurbyggja Mariupol
Borgarstjórin í Mariupol, Vadym Boichenko, metir, at samlaði kostnaðurin fyri at endurbyggja Mariupol, í minsta lagi verður 100 milliardir.
Fleiri enn 1.300 háhús í býnum eru løgd í oyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.07.2022 - 18:08

Tað fer at kosta minst 100 millardir krónur at endurbyggja Mariupol har suðuri í Ukraina.

Tað er metingin hjá borgarstjóranum, Vadym Boichenko, sambært Telegram.

Samstundis kann tað taka 10 ár at endurbyggja býin, so 200.000 fólk kunnu fáa sømiligar bústaðir.

Borgarstjórin í Mariupol sigur, at 1.356 háhús eru oyðiløgd, og at 40 prosent av øllum bústøðunum í býnum eru bumbaðir.

Myndugleikarnir samstarva í løtuni við Dresden, Gdansk og Varsjava, sum allir vórðu lagdir í oyði undir Seinna heimsbardaga, fyri at læra av teirra royndum.

Mariupol varð lagdur í oyði, áðrenn tað aftur eydnaðist at endurvinna tamarhaldið á býnum seint í apríl mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878