![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20220703-182001-l-2048x1365ma.jpg?itok=6A72vXu3)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skottilburður í Fields á Amager: Fleiri fólk løstað
Skottilburður í Fields á Amager: Fleiri fólk løstað
Danmark er í sjokk, nú tað er skotið frá hond í keypsskálanum Fields á Amager í kvøld. Fólk eru løstað, og tað frættist eisini um deyðsføll, hóast tað ikki er váttað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20220703-191552-l-5808x3872ma.jpg?itok=Iz_cjF_s)
03.07.2022 - 19:22
Nógv fólk eru løstað á Amager í Keypmannahavn í kvøld, eftir at ein maður byrjaður at skjóta frá hond við einari riflu í stóra keypsskálanum Fields, ið flest allir føroyingar kenna. .
Fields var á tremur við fólki, nógv børn og ung, sum skuldi til konsert við Harry Styles í Royal Arena, sum liggur viðsíðuna av Fields, tá skjótingin byrjaði.
Enn hevur danska løgreglan ikki váttað, at fólk eru deyð, men fólk, sum vóru fangað í Fields, siga frá søgum um fólk, ið hava latið lív.
Men fólk, sum vóru til staðar í Fields siga frá deyðum fólkum og nógvum løstaðum.
Løgreglan heldur tíðindafund um eina løtu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV