- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri túsund fólk burturflutt
Fleiri túsund fólk burturflutt
Óvanliga nógv regn hevur verið í australska býnum, Sydney, síðstu dagarnar
03.07.2022 - 15:15
Fleiri túsund fólk eru flutt úr býnum og í forstaðnum, Camdan, eru handlar og hús longu undir í vatni. Hetta er ein lívshættislig støða, sigur kreppuleiðarin í statinum, New South Wales.
Veðurfrøðingar siga, at avfallið í Sydney síðstu tríggjar dagarnar hevur verið meira enn fýra ferðir so stórt, sum vanligt er fyri allan juli mánað.
Eisini í mars mánaði var óvanliga nógv regn í Sydney, og tá lótu 20 fólk lív. Enn verður einki sagt um, at nakar hevur latið lív, men tó eru fólk, sum enn ikki eru komin afturíaftur, síðani tað fór at regna ógvisliga.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV