- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn drukku meira undir koronu
Norðmenn drukku meira undir koronu
Líkt er til, at norðmenn yvirhøvur vóru heldur váttligari, meðan koronu-farsóttin herjaði, enn teir annars eru tað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/oslo_city_norway_2016-11-29.jpg?itok=W1EmSEbA)
02.07.2022 - 12:41
Frá mars 2020 til mars í ár gav sølan av sterkum norska statinum eina inntøku upp á yvir 30 milliardir krónur, sum er næstan 10 milliardir meira enn vanligt.
Tað skrivar norska kringvarpið, NRK, ið eisini veit at siga, at sølan av rúsdrekka nú aftur er, sum hon plagdi at vera undan koronu.
Fyrr hevur tað verið soleiðis, at Vinmonopolet og norski staturin býttu ársúrslitið javnt ímillum sín, men í fjør var parturin hjá statinum øktur upp í 80 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV