Joen Magnus framvegis formaður í nevndini hjá Posta

Joen Magnus framvegis formaður í nevndini hjá Posta
Týskvøldið skipaði nevndin hjá Posta seg, og tað er greitt, at Joen Magnus Rasmussen heldur fram sum formaður.
 
29.06.2022 - 11:28

Joen Magnus Rasmussen heldur fram sum formaður í nevndini hjá Posta. Nevndin skipaði seg í gjár, týskvøldið 28. juni. 

Semja var um, at Joen Magnus Rasmussen heldur fram sum formaður og Reidar Nónfjall sum næstformaður.

Joen Magnus Rasmussen er bróðir Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Og Posta liggur undir Fíggjarmálaráðnum.

Tí er ivi sáddur um formansskapin hjá Joeni Magnusi Rasmussen.

Mannagongdin er, at bara formaðurin fer á fund við landsstýrismannin, tá hetta er neyðugt. Og nú verður tað so næstformaðurin, Reidar Nónfjall, sum fer á fund ístaðin fyri formannin.

Men sambært Joen Magnus Rasmussen, so eru hesi fundir ikki ofta. Tey bæði árini, hann hevur verið nevndarformaður, hevur bara ein slíkur fundur verið, sigur Joen Magnus Rasmussen. 

Á aðalfundinum hjá Posta valdi landsstýrið somu fólkini aftur í nevndina. Landsstýrið valdi eisini Gudny Langgaard og Guðrið Højgaard í nevndina. 

Starvsfólkini hava harafturat tveir nevndarlimir, sum eru Jóannis Iversen og Steinvør Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791