Russland farið á ríkishúsagang

bannari
Russland farið á ríkishúsagang
Russland megnaði ikki at rinda 100 milliónir dollarar í rentu, sum fullu til gjaldingar sunnudagin 26. juni
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.06.2022 - 17:16

Hamarin hevur av álvara rakt Russland, sum í gjár ikki megnaði at gjalda 100 milliónir dollarar í rentum til útlendskar íleggjarar.

Tað skriva amerikanski fíggjarmiðilin, Bloomberg, og bretska BBC News, ið bæði siga, at Russland er farið á ríkishúsagang, skrivar Ritzau.

Russland megnaði 27. mai ikki at rinda eina rentuafturgjalding, sum landið skuldu havt goldið í dollarum.

Tá ið so 30 dagar eru gingnir, uttan at íleggjararnir hava fingið peningin, er landið farið á ríkishúsagang, skrivar BBC News.

Vanliga eru tað stóru metingarfyritøkurnar, ið kunngera, at eitt land er farið á ríkishúsagang. Tað merkir, at ríkiskassarnir eru tómir, og londini ikki megna at afturgjalda skuldina.

Men, ES hevur givið trimum teimum størstu metingarfyritøkunum - S&P, Moody's og Fitch - forboð fyri at kredittmeta Russland, og tær kunnu tí ikki lýsa Russland at vera farið á ríkishúsagang.

Tað fær ongar formligar avleiðingar, at eitt land fer á ríkishúsagang, men tað kann gerast verri hjá landinum at læna pening í framtíðini.

Russland hevur áður sagt, at tað verður trupult hjá landinum at afturgjalda skuldina, tí Vesturheimurin hevur sett í verk revsitiltøk móti landinum.

Ein stórur partur av peninginum, Russland eigur í dollarum og evrum, verður goymdur uttanlands. Fleiri lond afturhalda peningin, og tí er tað trupult hjá landinum at afturgjalda skuldina í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791