- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russisk flogfør bumba Ukraina
Russisk flogfør bumba Ukraina
Tey skjóta rakettir úr hvítarussiskum loftrúmi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kriggj_i_ukraina.jpg?itok=CgJQuZGR)
25.06.2022 - 13:21
Fyri fyrstu ferð, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar, hava russisk stríðsflogfør úr hvítarussiskum loftrúmi skotið eftir málum í Ukraina.
Talan skal hava verið um 20 rakettir, sum eru sendar ímóti býnum Desna.
Tað veit AFP-tíðindastovan at siga frá keldum í ukrainska herinum.
Ovasta herleiðslan í Ukraina sigur eisini, at álop hava verið úr Hvítarusslandi, men at einki verður sagt um, at nakar hevur fingið løstir ella er fallin.
Ukrainska fregnartænastan, sum er undir verjumálaráðnum, vil vera við, at álopið var ein roynd frá russiskari síðu at draga Hvítarussland upp í kríggið.
Eftir ætlan skal hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, í dag til Sankta Pætursborg at vitja rusiska forsetan, Vladimir Putin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV