Svartkalvastovnurin er um miðal

Svartkalvastovnurin er um miðal
Jákup Sverri hevur kannað svartkalva undir Føroyum
Túrurin hjá Jákupi Sverra var bara tríggjar dagar, tí ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð.
 
22.06.2022 - 14:58

Svartkalvastovnurin í ár er um miðal.

Tað vísa úrslitini av svartkalvatúrinum, sum havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevur verið á.

Fyribilsúrslitið frá túrinum gav í miðal 106 kg av svartkalva fyri hvønn troltíma. Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskað 115 kg av svartkalva um tíman, so í ár var veiðan eitt vet undir miðal, skrivar Havstovan.

 

Túrurin bara tríggjar dagar

Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákupi Sverra undan fráferð, var túrurin bara tríggjar dagar langur og ikki seks dagar, sum vanligt er. Av tí sama vórðu bara11 støðir tiknar, og tær vóru allar eystanfyri.

Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.

 

Hava kannað síðani 1995

Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995. Á túrinum verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar, og hitin í  botninum er vanliga um 1-2 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130