- Tíðindi, mentan og ítróttur
Holið í skrokkinum tvær ferðir størri enn hildið
Holið í skrokkinum á Estoniu, sum fórst í Eystrasalti, er tvær ferðir so stórt sum hildið.
Tað vísa upptøkur, sum eru gjørdar fyrst í juni, og sum skulu nýtast til ein dokumentarfilm um hendingina, tá skipið fórst.
Tað skrivar norska tíðindastovan, NTB, sambært Ritzau.
Mett var, at holið í skrokkinum var 22 metrar langt, men nú vísa upptøkurnar, at holið er 40 metrar langt og seks metrar breitt, upplýsir sjóverjan í Estlandi.
Eftir at Estonia var sokkin, kom ein kanningarnevnd til ta niðurstøðu, og orsøkin var, at bógportrið ikki var tætt.
Estonia gekk burtur millum Svøríki og Estland í 1994, og verður mett sum ein tann størsta vanlukkan á sjónum í tjúgundu øld. 852 fólk druknaðu, og 137 vórðu bjargað.