- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur selt Nolbelheiðursløn fyri 732 mió. kr.
Hevur selt Nolbelheiðursløn fyri 732 mió. kr.
Peningurin verður latin børnum í Ukraina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/muratov.jpg?itok=Xmq9_-tL)
Dmitry Muratov hevur selt Nobelheiðurslønina, sum hann fekk fyri at verja frælsa orðið.
Mynd: Ritzau Scanpix
21.06.2022 - 08:24
Í fjør vann russiski tíðindamaðurin, Dmitry Muratov, heiðursløn Nobels fyri at verja frælsa orðið.
Nú hevur hann selt skjalið á uppboðssølu fyri 732,1 milliónir kr..
Franska tíðindastovan, AFP, skrivar í nátt, at peningurin skal nýtast til børn í Ukraina.
Muratov segði, tá uppboðssølan byrjaði, at hann ætlar at hjálpa flóttafólkum og sjúkum, og særdum børnum, sum hava skjóta viðgerð fyri neyðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV