- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dóttir fráfarandi forsetan tikin í eið sum varaforseti
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sara_duterte.jpg?itok=VBcle0DY)
Sara Duterte, sum er borgarstjóri og elsta dóttir fráfarandi forsetan í Filipsoyggjum, Rodrigo Duterte, tekur við sum varaforseti í landinum seinast í hesum mánaðinum.
Sara var tikin í eið í gjár, har hon svór lyfti um at sameina fólkið í landinum.
Hon tekur við embætinum, samstundis sum nýggi forsetin í landinum, Ferdinand Marcos yngri, sonur fyrrverandi einaræðisharran, Ferdinand Marcos eldra, tekur við.
Bæði vunnu stórsigur á valinum.
Rodrigo Duterte hevur verið umstríddur forseti, og hann slapp ikki at stilla uppaftur, sambært lógum í landinum.
Ætlaði at gerast varaforseti
Undir valstríðnum segði hann seg ætla at gerast varaforseti, men hann tók seg av listanum aftur, tá ið dóttirin stillaði upp.
Duterte lovaði at berja niður lógarbrot í sambandi við rúsevni, og tíðliga í stjórnartíð síni fór hann í kríggj móti rúsevnum, sum hava kravt nógv mannalív.
Marcos eldri, pápi nýggjai forsetan í Filipsoyggjum, sat við valdinum í 20 ár. Hann stovnaði ein krígsrætt í landinum, har andstøðingar vóru dømdir.
Hann var rikin frá valdinum, og familjan var dømd í útlegd.
Nú stúra fleiri fyri, at Ferdinand Marcos yngri fer at stýra landinum við líka harðari hond, sum pápin gjørdi.