- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý fólk ákærd fyri ætlanir um yvirgang í Danmark
Ákærumyndugleikin í Danmark hevur nú ákært tveir menn og eina kvinnu fyri yvirgangsætlanir, upplýsir ákærumyndugleikin í tíðindaskrivi seinnapartin.
Ákærin heldur, at fólkini høvdu útvegað sær vápn, lóður og aðra útgerð til at framleiða bumbur, ið skuldu brúkast í einum yvirgangsálopi.
Tey trý fólkini, sum eru í 30-unum, vóru handtikin 6. februar í fjør, og tey hava verið varðhaldsfongslað síðani, skrivar Berlingske.
Tekur undir við ákærunum
Løgmálaráðharrin, Mattias Tesfaye, tekur undir við avgerðini hjá ákærumyndugleikanum um, at fólkini nú skulu ákærast fyri yvirgangsætlanir.
Ákærumyndugleikin heldur, at tey trý høvdu útvegað sær útgerðina, tí tey ætlaðu at framleiða eina ella fleiri bumbur, ið skuldu brúkast í álopum í Danmark ella uttanlands.
Tvey av teimum trimum fólkunum eru eisini ákærd fyri at hava hjálpt einum øðrum, sum hevur tilknýti til Islamskan Stat.
Rættarmálið móti teimum trimum fólkunum byrjar í rættinum í Holbæk í august.