- Tíðindi, mentan og ítróttur
Daniel til FC Fredericia
HB-spælarin, Daniel Johansen, hevur gjørt sáttmála við danska 1. deildarfelagið, FC Fredericia, skrivar heimasíðan hjá HB.
Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2023.
Tískil spælir Daniel Johansen við HB, tað ið eftir er av kappingarárinum.
- Fyrr í ár royndarvandi eg við FC Fredericia, og eg føldi meg beinanvegin vælkomnan og ynsktan. Tí var eg sera glaður og errin, tá teir bjóðaðu mær sáttmála. Tað, at eg nú kann hugsavna meg hundrað prosent um fótbóltin, fer heilt sikkurt at menna meg enn meira sum fótbóltsspælara, sigur Daniel Johansen við HB.fo.
- FC Fredericia spælir næstan altíð við í oddinum í donsku 1. deild, og teirra spælistílur hóskar væl til mín. Eg gleði meg at byrja í Fredericia, men fyrst og fremst skal eg hugsavna meg at gera arbeiðið í HB liðugt.