- Tíðindi, mentan og ítróttur
Conference League: Víkingur og HB gott lutakast
HB og Víkingur fingu gott lutakast í Conference League-kappingini hjá UEFA, meðan B36 fekk eina trupla uppgávu.
HB skal spæla ímóti walisiska liðnum, Newtown, í fyrsta umfari. HB fekk heimavøll í fyrra dystinum, meðan returdysturin verður í Wales.
Víkingur fekk Europa FC í Gibraltar í fyrsta umfari. Eins og HB skal Víkingur spæla á heimavølli fyrst og returdystin á útivølli.
B36 tykist hava fingið tað truplasta lutakastið av teimum trimum føroysku feløgunum í kappingini.
Árstalsfelagið í Havn skal royna seg ímóti Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina. B36 byrjar á útivølli og spælir seinna dystin í Føroyum.
Dystirnir verða spældir 7. og 14. juli.
Bolt.fo hevur mett um mótstøðuliðini undan lutakastinum, og sambært teirra meting skulu HB og Víkingur verða glað fyri sítt lutakast, meðan B36 fekk tað sterkasta liðið.