Russisk skip skulu ikki sleppa í føroyskar havnir eftir 24. juni

bannari
Russisk skip skulu ikki sleppa í føroyskar havnir eftir 24. juni
Fiskiskip er undantikin, nú kunngerð um at banna russiskum skipum í føroyskum havnum er send til hoyringar
Uppskotið til kunngerð um revsititøk móti russiskum skipum er 92 síður
 
07.06.2022 - 07:34

Eftir 24.juni sleppa russisk skip ikki í føroyskar havnir.

Fiskiskip eru tó undantikin.

Uppskotið um kunngerð um revsitiltøk móti Russlandi er nú gjørt og sent til hoyringar.

Hoyringarfreistin er stutt. Hon endar longu hósdagin.

 

Skip í neyð eisini undantikin

Í uppskotinum stendur millum annað, at eftir 24.juni er bannað at veita atgongd til havnir í Føroyum fyri skip, sum eru skrásett undir russiskum flaggi.

Ásetingin er tó ikki galdandi fyri skip, sum hevur brúk fyri hjálp og leitar í neyðhavn, ella av neyð má leggja inn í 
føroyska havn við atliti at trygd á sjónum, ella fyri at bjarga lívi á sjónum. 

Endamálið við kunngerðini er annars at seta í gildi í føroyskari lóg tey avmarkandi tiltøk, sum ES og onnur hava sett í verk, og sum løgtingið hevur samtykt at Føroyar skulu taka undir við.

 

Drúgt uppskot

Uppskotið um kunngerðina er drúgvt. Tað er 93 síður, tí skjølini, sum siga, hvat revsitiltøkini umfata, eru long.

Sambært uppskotinum um kunngerð kann revsingin fyri at bróta hana vera upp í tvey ára fongsul.

Uppskotið um kunngerð kann lesast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962