Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar

Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar
Vikmar hevur fingið boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020
Vikmar hevur í nógv ár hevur kannað botnin í føroysku firðunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2022 - 11:53

Fútarætturin viðger í dag eitt mál um havbotnin.

Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti fyritøkuni Vikmar, sum í nógv ár hevur kannað botnin í føroysku firðunum.

Vikmar hevur fingið boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020. 

Skulu sjómátingar gerast, skal umsókn sendast Umhvørvisstovuni fyrst.

Umhvørvisstovan vendir sær síðani, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum.

 

Umhvørvisstovan er farin í fútarættin við Vikmar.

 

Yvirtikið málsøki og tó
 
Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið sjókort og geodata 1.januar 2020, er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar. 

Hóast yvirtøkuna eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað segði Trine Bramsen, sum var verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

 

Viðkvæmar mátingar

Trine Bramsen segði, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.

Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar. 

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878