- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir nótaskipi til makrelkanningar
Søkja eftir nótaskipi til makrelkanningar
Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fullsizeoutput_1b44.jpeg?itok=8zNaCMSS)
Havstovan søkir nú eftir nótaskipi til makrelkanningar.
17.05.2022 - 14:12
Havstovan fer aftur í summar at kanna makrelin, og tí verður søkt eftir nótaskipi at gera kanningarnar.
Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu, og upp til 2.000 tons av makreli eru sett av til at fíggja tær.
Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota í ár, ið kann flytast til næsta ár, skrivar Havstovan á heimasíðuni, har meir sæst at lesa um ætlanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV